Hallur til Víking

Hallur Hansson skiftir til Víking

Hallur Hansson hevur skift til Víking. Sostatt skiftir hann ikki til B36, sum annars var favorittur at at fáa landsliðsmiðvallaran, eftir at hann bleiv leysgivin í danska AaB.

 

Les eisini: Hallur til Víking ella B36

 

Tíðindini eru nú váttaði av heimasíðuni hjá Víkingi, har tað verður fegnast um at landsliðsmiðvallarin hevur valt at spæla við felagnum úr Gøtu og Leirvík.

 

Les eisini: Her endar Hallur

 

Tað ljóðaði leingi, at Hallur Hansson ætlaði at venda heim til føroyska fótbólt. Í farnu viku bleiv hann so leysgivin av sáttmálanum í AaB. Síðani hava fýra føroysk feløg verið í myndini. Víkingur, B36, HB og EB/Streymur. Tað endaði so við, at Hallur hevur valt Víking.

 

Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.Hevur hevur meldað út, at felagið hevur FM sum eitt mál fyri 2014.