KR Reykjavík boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Hall Hansson. Føroyski liðskiparin fylgir tí fótasporunum hjá eitt nú Rógva Jacobsen, sum á sinni spældi við KR.
Hallur Hansson hevur í seinastuni spælt við Vejle BK, har hann er væl lýddur av venjaranum, men hann passar ikki heilt inn í konseptið hjá eigarunum, ið helst vilja hava ungar spælarar, ið kunnu seljast víðari.
29 ára gamli Hallur Hansson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við KR.












