Í kvøld kann Hallur Joensen upplivast á stovukonsert í høvðsstaðnum, og annars hevur Hallur nógv á skránni restina av árinum.
Tríggjar dagar í november hevur Hallur konsertir í Hollandi. Hann skal spæla í Gemert og tvær ferðir í Drunen.
Allar tríggjar konsertirnar verða saman við Laura van den Elzen, og á tveimum konsertum spæla The Mike Attinger Band eisini.
Konsertirnar í Hollandi verða 7., 8. og 9. november.