Hallur til Danmarkar fyri Alex

Asperger syndrom er orsøkin til, at Hallur Joensen og familja hansara nú flyta til Herning í eitt ár.

-Alex er 17 ár og hevur asperger syndrom. Hann er ógvuliga væl fyri og vit hava valt at fara til Danmarkar í eitt ár fyri at vita, hvørjar møguleikar eru fyri hann har, sigur Hallur Joensen. Countrykongurin er farin av landinum við familjuni í vónini um at finna tryggleika til sonin.

 

 

-Vit eru ikki rýmd av landinum. Vit hava bara valt at kanna, hvat Danmark hevur at bjóða soninum. Tað er tað fyrsta Hallur Joensen sigur, tá ið hann skal seta orð á orsøkina til, at familjan er farin úr Føroyum.

 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum í dag ber til at lesa eina samrøðu við Hall Joensen um nýggju støðuna hjá familjuni.