Hugnaliga spælistaðið Mariehaven har vesturi í Jútlandi í Danmark fær í dag vitjan av føroyska countrykonginum.
Hallur Joensen er annar av teimum, sum skal spæla á uttandurapallinum í Mariehaven í dag. Hin er Frode Nør Christensen.
Í Mariehaven halda tey seg til koronutilmæli frá myndugleikunum, og við teimum treytum ber til at halda konsertir við avmarkaðum tali av áhoyrarum og hóskandi frástøðu millum fólk.
Mariehaven, sum hevur opið seinnapartin í dag, liggur í Ansager stutt vestan fyri Billund.
Hallur Joensen, sum júst hevur givið nýggja fløgu út, hevur áður spælt í Mariehaven.