Hallur Hansson verður komandi tíðina at síggja í danska Superliga felagnum, AaB. Tað skrivar bold.dk í morgun.
Sambært donsku heimasíðuni, so er føroyski landsliðsspælarin á veg til Danmarkar í morgun, og skrivar sáttmála við felagið antin í dag ella í morgin.
Hallur var útleigaður frá HB til AaB í seinnu hálvu í fjør. Hann fekk millum annað roynt seg móti FCK í Parkini frá byrjan, umframt at hann var skiftur inn nakrar ferðir.










