Talan gjørdist um ein góðan dag hjá føroyska landsliðsspælaran, Halli Hanssyni og liðfeløgunum í Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Hallur og liðfelagarnir vunnu á útivølli 3-0 á Brønshøj. Talan varð um fyrsta sigurin hjá Vendsyssel FF í næstbestu deildini í 161 dagar.
Tá hálvur tími var spældur legði Hallur Hansson Vendsyssel á odda. Hetta var aftaná gott samanspæl við Ken Fagerberg. Í 62. minutti økti Martin Bergvold til 2-0, og í 79. minutti staðfesti Ken Fagerberg sigurin.
Vendsyssel FF er nummar fýra við 39 stigum. Eitt stig er upp til Lyngby á triðja plássi, og sjey stig eru upp til AGF, sum liggur á øðrum plássi, sum gevur rætt til uppflyting til bestu donsku fótbóltsdeildina.
Vendsyssel hevði undan dystinum leikt tríggjar 0-0 javnleikir, og tapt 1-2 ímóti AGF, so dysturin í dag gav líka nógv stig, sum fýra teir undanfarnu dystirnir.