Ikki gjørdist talan um nakran serligan dag hjá føroysku spælarunum í donsku superliguni.
AC Horsens, sum hevði Hall Hansson á vøllinum allan dystin vitjaði FC Midtjylland í Herning. Talan gjørdist um ein 5-2 stórsigur til FC Midtjylland. Tó var talan um ein javnan dyst í fyrra hálvleiki, har hálvleiksstøðan var 2-2, men seinni hálvleikur gjørdist boysin hjá AC Horsens, tá FC Midtjylland við trimum málum tryggjaði sær ein trivaligan sigur uppá 5-2.
Tann løtan, sum ikki er ring verður sagt. Hallur Hansson fekk so gleðina at skora fyri lið sítt í dag, tá hann legði AC Horsens á odda 2-1. Tá 22 minuttir vóru farnir fekk Hallur Hansson eina góða sending frá Kim AaBech, og hann sveik ikki álitið, men setti bóltin í netið til 2-1 til AC Horsens.
Jóan Símun Edmundsson spældi allan seinna hálvleik á leikvøllinum hjá Brøndby, tá OB tapti 0-3 til Brøndby. Longu í steðginum var støðan 2-0. Jóan Símun Edmundsson var sendur á vøllin at bøta um støðuna frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki OB at bíta nakað serligt frá sær. Talan er um sætta tapið á rað hjá OB.
Komandi fríggjakvøld spælir OB ímóti AGF á heimavølli í Odense. Komandi leygardag tekur Horsens ímóti Esbjerg.
Støðan í bestu donsku fótbóltsdeildini :
1 | FC København | 11 | 7 | 4 | 0 | 25 - 6 | 25 | |
2 | Brøndby IF | 11 | 6 | 3 | 2 | 28 - 9 | 21 | |
3 | FC Midtjylland | 11 | 5 | 5 | 1 | 25 - 13 | 20 | |
4 | Randers FC | 11 | 5 | 4 | 2 | 13 - 12 | 19 | |
5 | AaB | 10 | 5 | 3 | 2 | 12 - 9 | 18 | |
6 | Lyngby | 11 | 5 | 2 | 4 | 11 - 10 | 17 | |
7 | SønderjyskE | 11 | 3 | 5 | 3 | 16 - 16 | 14 | |
8 | AC Horsens | 11 | 3 | 5 | 3 | 16 - 18 | 14 | |
9 | AGF | 11 | 3 | 3 | 5 | 12 - 20 | 12 | |
10 | Viborg | 11 | 3 | 2 | 6 | 12 - 16 | 11 | |
11 | FC Nordsjælland | 11 | 3 | 2 | 6 | 14 - 20 | 11 | |
12 | OB | 11 | 1 | 4 | 6 | 9 - 16 | 7 | |
13 | Silkeborg | 10 | 1 | 4 | 5 | 7 - 20 | 7 | |
14 | Esbjerg fB | 11 | 1 | 4 | 6 | 9 - 24 | 7 |