Hallur skal spæla um DM

Hjá Jóan Símuni og Brandi er dagsskráin at sleppa undan niðurflyting

Hetta kappingarárið er nýggjur leistur í bestu fótbóltsdeildini í Danmark.

Nú er grundspælið liðugt, og harvið er funnið fram til, hvørji lið skulu í endaspæl um DM, og hvørji lið skulu í endaspæl fyri at sleppa undan at flyta niður.

 

Í dag varð tað greitt, hvørji lið skulu spæla í hvørjari kapping.

AC Horsens var í Lyngby, har úrslitið var 1-1. Tað ber við sær, at AC Horsens endaði á sætta plássi, og harvið er tað greitt, at Horsens verður millum tey seks liðini, sum skulu spæla um DM. Hallur Hansson var ikki í Horsens hópinum ídag.

 

Liðini, sum skulu spæla um DM, eru

Brøndby 60

FCM 60

FCN 50

FCK 44

AaB 36

AC Horsens 35

 

Jóan Símun Edmundsson var á beinkinum hjá OB, sum vitjaði í Randers. Brandur Hendriksson var á beinkinum hjá Randers.

Kappingarárið hevur verið syndarligt hjá Randers, men í dag eydnaðist tað at vinna 4-1 ímóti OB.

Brandur var alla tíðina á beinkinum, meðan Jóan Símun varð skiftur inn, tá ið tað restaðu sekstan minuttir.

OB endaði á níggjunda plássi og Randers á trettanda plássi og næstaftast.

Tað eru tveir bólkar í niðurflytingarspælinum:

 

Bólkur 1

Hobro 32

AGF 29

Silkeborg 28

FC Helsingør 20

 

Bólkur 2

SønderjyskE 31

OB 31

Lyngby 21

Randers FC 20

 

Í endaspælinum hittast liðini tvær ferðir - á heimavølli og útivølli.