Hallur skal hava nýggjan venjara

Í kvøld er venjarin hjá Halli Hansson og AC Horsens sagdur úr starvi

Liðformaðurin á landsliðnum er eisini liðformaður í AC Horsens. Eftir at Hallur Hansson og teir í AC Horsens í summar skiftu venjara, so hevur tað gingið av skriðuni. AC Horsens hevur í 11 landskappingardystum bara vunnið seks stig.

Nú hevur leiðslan í felagnum givið venjaranum sekkin, og harvið skal Hallur Hansson hava nýggjan venjara. Inntil á nýggjárinum verður tað hjálparvenjarin Mads Lyng, sum fer at hava ábyrgdina.

AC Horsens er næstaftast við seks stigum, og Lyngby er aftast við trimum stigum. Sunnudagin fær AC Horsens vitjan av AGF, sum er á fjórða plássi við 18 stigum.