Aðru vikuna á rað er Hallur Joensen ovast á Dansktoppen hjá Danmarks Radio.
Sangurin ”Sos fra mig” hevur verið á listanum í ein mánað, og fyri viku síðani vann sangurin upp á ovasta plássið á listanum. Í dag er listin dagførdur, og Hallur Joensen er framvegis nummar 1.
Kendi hitlistin fyri dansitónleik verður dagførdur einaferð um vikuna og byggir á atkvøður frá lurtarunum.
”Sos fra mig” er fyrsti sangur á donskum máli, sum Hallur Joensen gevur út, nú hann er fluttur til Danmarkar at búgva, men helst verður onkur sangur afturat givin út í Danmark.










