Hallur sigraði

Vendsyssel vann truplan útidyst

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, hevur verið í dysti í dag. Horsens tók ímóti Vendsyssel í einum dysti, har nummar fýra og fimm í næstbestu donsku deildini hittust.

 

Hallur byrjaði inni og sagt verður frá dystinum, at Hallur avgjørt hevði sínar møguleikar at skora mál. Eini tríggjar ferðir kom fyrrverandi Aab-leikarin í heilt góðar støður, men inn um strikuna fór bólturin ikki. Vendsyssel hevði tó eisini aðrar møguleikar og vann útidystin 0-2, og tí fekk Hallur eitt plástur á sárið fyri sínar brendu málkjansir.

 

Úrslitið merkir, at Vendsyssel er á  fjórða plássi við 46 stigum. Lyngby hevur eisini 46 stig, og tískil ber enn til hjá Halli og liðfeløum hansara at fáa eina bronsumedalju um hálsin. Bert eitt leikumfar er eftir av næstbestu donsku deildini.