Hallur selt 2000 fløgur

Fyrstu dagarnar hevur Hallur Joensen selt næstan 2000 eintøk av sínari nýggju útgávu.

 

“Hallur With Stars And Legend” kom út mánadagin, og áhugin fyri fløguni hevur verið óvanliga stórur. Fleiri sølustøð kring landið hava havt útselt, men í kvøld skuldu fløgur verið at fingið allastaðni aftur.

 

- Eg eri ovfarin av, hvussu væl fløgan er mótikin. Tað verður nógv tosað um, at tað ber ikki til at selja fløgur í stórum tali longur, men eg má bara siga, at mínar útgávur hava selt sera væl, sigur Hallur Joensen.

 

Á nýggju útgávuni hjá Halli Joensen syngur hann saman við kendum sangarum úr eitt nú USA. Millum tey, sum syngja saman við Halli, eru Bellamy Brothers, Bobby Bare, Kris Kristofferson, Charley Pride og Vince Gill.