Hallur, René og Christian í Superliga hópunum

Bæði Hallur Hansson og René Shaki Joensen eru við í hópinum hjá ávíkavist AaB og Brøndby IF, sum skulu spæla um vikuskiftið. Fyri Christian Lamhauge er talan um fyrsta dystin við nýggjum venjara í dag.

 

Liðini hjá teimum trimum føroysku landsliðsleikarunum hava tað øll trupult í løtuni. AaB liggur væl fyri á stigatalvuni, sum nummar trý, men liðið hevur ikki vunnið síðani 20. oktobur. Hallur Hansson fekk seg veruliga royndan, tá hann seinasta vikuskiftið á fyrsta sinni byrjaði inni móti FCK í Parkini. AaB fær í morgin vitjan av AC Horsens.

 

René Shakni Joensen hevur ikki verið at sæð á vøllinum fyri besta liðið hjá Brøndby IF í eina tíð, men hann er aftur í hópinum hesaferð. Brøndby IF fær í morgin vitjan av Esbjerg. Brøndby liggur nummar ellivu av tólv, meðan Esbjerg er nummar tíggju.

 

Christian Lamhauge Holst skal saman við nýggja venjaranum, Viggo Jensen, spæla móti SønderjyskE. Silkeborg liggur aftast, meðan SønderjyskE liggur nummar níggju. Talan er sostatt eisini um eina botnuppgerð.

 

Superliga:

 

17/11:

SønderjyskE - Silkeborg 16:00

 

18/11:

AaB . AC Horsens 13:00

Brøndby IF – Esbjerg 16:00