Hallur róstur í Aberdeen

17 ára gamli Hallur Hansson, sum í hesum døgum er við á føroyska U21 landsliðnum, er ein spælari, sum ítróttarstjórin í Aberdeen hevur stórar vónir til. Willy Miller sigur, at Aberdeen hevur lagt nógv í at menna ungar spælarar, og úrslitini eru nú farin at síggjast. Miller sigur millum annað, at Hallur Hansson er ein spælari, sum kann vinna inn í 1. liðshópin hjá Aberdeen innan langa tíð.