Hallur og Vendsyssel knógvaðu Lyngby

Vendsyssel FF liggur nú á triðja plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Hallur Hansson fekk fulla spælitíð, tá lið hansara, Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring í næstbestu fótbóltsdeildini tók ímóti Lyngby fyrr í dag.

 

Tað eydnaðist Halli og liðfeløgunum at vinna 2-0, aftaná 1-0 leiðslu í steðginum. Edin Murga skoraði til 1-0, og í 74. minutti staðfesti Buster Munk sigurin við einum brotssparksmáli.

 

Sigurin merkir, at Vendsyssel FF hevur vunnið seg uppá 3. plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Vendsyssel hevur 42 stig fyri 27 dystir. Sjey stig eru upp til AGF, sum liggur á øðrum plássi, sum gevur uppflyting til superliguna. Viborg er greitt oddalið við 54 stigum. Lyngby liggur tvey stig aftanfyri Vendsyssel FF við 40 stigum.