Tað var ein beinleiðis dystur um 6. plássið í Superliguni, tá ið Hallur Hansson og teir úr AC Horsens í dag vóru á vitjan hjá SønderjyskE.
Júst 6. plássið í deildini er umráðandi, tí tað er her markið gongur fyri hvør sleppur við í endaspælið. Nummar seks sleppur við, meðan nummar sjey skal spæla um yvirliving í deildini.
Hallur Hansson spældi allan dystin á vinstra vongi, men tað gekk ikki so væl hjá teimum gulu úr Horsens í dag. Teir taptu dystin 2-0.
Við tapinum í dag er AC Horsens nú nummar sjey, og kunnu teir seinni í dag - um AaB vinnur ímóti Brøndby - detta aftur á 8. pláss. Teir eru tvey stig frá 6. plássinum.