Tað gongur væl hjá AC Horsens í superliguni.
Í dag vóru føroysku landsliðsspælararnir og liðfelagar teirra í Aalborg. AC Horsens vann 4-2. Tað ber við sær, at Horsens er á fimta plássi. Harvið er í løtuni góður møguleiki fyri, at liðið verður millum tey seks, sum kunnu vinna seg í endaspælið um DM.
Nítjan umfør eru farin av grundspælinum, sum fevnir um 26 umfør. Dysturin í dag var tann síðsti hjá AC Horsens á útivølli í hesum álmanakkaárinum. Síðsti heimadysturin fyri jól verður um eina viku, tá ið DC Midtjylland verður gestur á Casa Arena.
Hallur Hansson var í dag á vøllinum allan dystin á tamb, meðan Sonni Ragnar Nattestad var í hópinum fyri fyrstu ferð í nógvar vikur. Hann er komin fyri seg, eftir at hann hevur verið skaðadarvaður.
Hallur Hansson er við seks málum toppskjútti á Horsens liðnum, men í dag var hann ikki millum málskjúttarnar í 4-2 sigrinum. Tá ið Horsens javnaði til 1-1, var tað eftir at Hallur royndi seg við skoti. Bólturin varð blokeraður til liðfelaga, sum setti bóltin í netið.









