Hallur og Símun í Fótbóltspanelinum

Rás2: Til ber at vinna eitt atgongumerki til Voxbotn

Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag frá klokkan 16, eru Hallur Hansson og Símun Samuelsen gestir.

 

Til ber hoyra Rás2 við at trýsta HER

 

Hallur Hansson hevur leikbann í dag, tá AC Horsens skal spæla móti Aab í Superliguni. Landsliðsspælarin hevur í ár verið ein týdningarmikil partur av liðnum. So seint sum í farnu viku skoraði hann eisini. Vit spyrja eisini Hall Hansson hvussu tað var at skumpa Cristiano Ronaldo.

 

Símun Samuelsen, sum annars altíð er upptikin fríggjadag klokkan 16, hevur í dag boðað frá, at hann er tøkur sum gestur í Fótbóltspanelinum. Tí er tað við stórum spenningi, at bíðað verður hvat maðurin hevur at siga um samanleggingina í Suðuroy, José Mourinho og hansara menn  í Manchester United og ymiskt annað.

 

Í sendingini verður møguleiki at vinna eitt atgongumerki til Voxbotn, sum verður komandi summar. Fyri at verða við í lutakastinum um atgongumerkið, so skal tú senda rætta svarið inn 559999. Spurningurin hesa ferð er…. Lurta við á Rás2 eftir tíðindini klokkan 16.