Hallur og Kristina syngja á Rás2

Rás2 hevur nógv spennandi á skránni í Jólaradio, sum seinnapartin verður sent úr Klaksvík. Hallur Joensen og Kristina Bærendsen fara at syngja live í sendingini Í fýra tímar sendir Rás2 beinleiðis úr Klaksvík. Gestir koma í studio hjá Rás2, og reportari fer út við mikrofonini.

Útróðrarmaður og kvinnuligur akademikari, sum skulu samstarva næstu árini, vitja í útvarpsstovuni. Tosað verður um, hvussu tey kunnu samstarva, hvat tey eru ósamd um, og hvat jólini merkja fyri tey.

Countrykongurin Hallur Joensen og Kristina Bærendsen fara at syngja live úr útvarpsstovuni í Klaksvík, og prátað verður við tey um at syngja saman.

Reportari hjá Rás2 vitjar á Viðareiði, í Norðdepli og í býnum í Klaksvík. Tosað verður um jólahald, mat, gávur og annað.

Eyðun Klakstein og Annika Steintórsdóttir stíla fyri.