Einasti føroyski fótbóltsútisetin, ið hevur kappast í evropeiskum fótbólti á hesum sinni er Hallur Hansson.
Hallur og liðfelagarnir Í KR vunnu í kvøld ein flottan 1-0 sigur á pólska liðnum Pogon Stettin.
Sigurður Bjartur Hallsson skoraði sigursmálið beint undan steðginum.
Tað verður tó Pogon Stettin sum heldur fram í kappingini, tí pólska liðið vann 4-1 í Stettin, og teir vinna sostatt samlaðu uppgerðina 4-2.
Seinastu løtuna hevði KR nakrar góðar málmøguleikar, ið kundu skapt spenning um samlaða úrslitið.
Meðan Føroyar hava trý lið í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League, KÍ, Víkingur og B36, so hava íslendingar bert tvey lið. Tey eru Breiðablik og Víkingur Reykjavík.
Sunnudagin spælir KR á heimavølli móti Fram í bestu íslendsku deildini.