Hallur og KR taptu Reykjavíkar-klassikkaran

Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR taptu annan dystin á rað

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Í kvøld var Reykjavíkar-klassikkarin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, har Valur tók ímóti Halli Hansson og hinum í KR. Hendan uppgerðin kann í stóran mun samanberast við uppgerðina millum B36 og HB.

 

Hallur var á vøllinum allan dystin. Hallur og liðfelagarnir vóru fyri einum 1-2 tapi hóast teir fingu eina góða byrjan uppá dystin og løgdu seg á odda 1-0. 

 

Valur 2 - 1 KR

 

 0-1 Kjartan Henry Finnbogason ('18)

 

 1-1 Patrick Pedersen ('45)

 

 2-1 Jesper Juelsgård ('69)

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Hallur í seinna hálvleiki eina góða roynd á málið hjá Vali, ið málverjin hjá Vali bjargaði.

 

KR er søguríkasta fótbóltsfelagið í Íslandi, og í hugaheiminum hjá KR-unum er tað neyvan gott bara at hava trý stig aftaná fyrstu tríggjar dystirnar í kappingini. Enn eru tó 19 dystir eftir í kappingini.

 

Komandi leygardag spælir KR heimadyst móti KA. 

 

 

 

 

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is