Hallur og KR taptu fyri botnliði - Gunnar eykamálverji í kvøld

Talan gjørdist um eitt serstakliga vánaligt føroyingakvøld í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Føroyingauppgerðin millum FH og Keflavík á Hafnarfirði í kvøld bleiv av ongum í kvøld.

 

Toppskjúttin hjá Keflavík, Patrik Johannesen var ikki við í hópinum í kvøld. Samstundis stóð føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen ikki í málinum hjá FH í kvøld. Frá beinkinum mátti Gunnar síggja Atla Gunnar Guðmundsson halda málið reint í einum 3-0 sigri hjá FH.

 

Kelda hjá in.fo sum fylgir íslendskum fótbólti væl metir, at tað verður harður dystur um málverjuplássið hjá FH.

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR taptu 3-4 fyri botnliðnum, Leiknir. Leiknir var á odda 2-1 í steðginum, og teir øktu til 3-1 tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Tað eydnaðist KR at javna til 3-3 tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Men tá 88 minuttir vóru farnir skoraði Leiknir sigursmálið.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Hallur ein góðan málmøguleika, men málverjin hjá Leiknir bjargaði góða skotinum hjá Halli. 

 

KR er nummar seks í deildini við 25 stigum. Keflavík er á áttanda plássi við 22 stigum. FH er triðaftast við 14 stigum.