Hallur og KR fingu eitt stig á útivølli

KR fekk javnleik móti Keflavík, ið ikki hevði Patrik Johannesen í hópinum í kvøld

Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR leiktu javnleik 0-0 móti Keflavík á útivølli í kvøld í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Føroyski toppskjúttin hjá Keflavík, Patrik Johannesen var ikki við í hópinum í kvøld.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Hallur Hansson tíðliga í seinna hálvleiki ein stóran møguleika at stúta bóltin í málið, men málverjin hjá Keflavík bjargaði í stórum stíli.

 

Móti dystarenda fekk Hallur eitt gult kort fyri eina heldur harðliga takkling. 

 

KR er nummar seks í deildini við 25 stigum. Keflavík er nummar sjey við 22 stigum.