AC Horsens heldur fast í góðu gongdini í donsku Superliguni. Eftir sigur á útivølli ímóti oddaliðnum, FC Midtjylland, síðsta vikuskifti, so vunnu teir í dag 3-2 á heimavølli ímóti Brøndby.
Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, átti stóran lut í sigrinum. Hann skeyt tvey av málunum hjá AC Horsens. Fyrst javnaði hann til 1-1, og so legði hann lið sítt á odda 2-1.
Sigurin í dag var týdningarmikil á tann hátt, at AC Horsens - við hjálp frá øðrum úrslitum í dag - endar á 8. plássi í Superliguni. Tað merkir, at AC Horsens sjálvt kann velja hvønn bólk teir skulu í í niðurflytingarspælinum.
Eitt, sum hjálpti AC Horsens til 8. plássið, var at Hobro í yvirtíðini javnaði til 2-2 ímóti Lyngby. Í samrøðu við 3+ eftir dystin í dag segði Hallur Hansson, at hann skyldar øllum leikarunum hjá Hobro ein pilsnara.
Niðurflytingarspælið byrjar um eina viku.
(Dagført) AC Horsens hevur valt sær bólk:
Bólkur 1
1. OB - 33 stig
2. Lyngby - 32 stig
3. SønderjyskE - 27 stig
4. Silkeborg - 16 stig
Bólkur 2
1. Randers FC - 35 stig
2. AC Horsens - 34 stig
3. Hobro - 23 stig
4. Esbjerg fB - 18 stig











