Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb, tá hann og liðfelagarnar í AC Horsens tryggjaðu sær góðan 2-2 javnleik á útivølli ímóti Brøndby frammanfyri 12.200 áskoðarum á leikvøllinum í Brøndby.
Brøndby var á odda 2-0, og var á sigurskós, men AC Horsens vendi dystinum, og tá støðan var 2-2 hevði Hallur Hansson ein góðan málmøguleika at leggja AC Horsens á odda 3-2, men tað eydnaðist tíverri ikki. Andrew Hjulsager legði Brøndby á odda 1-0 tá 21 minuttir vóru farnir. Brøndby var tað væl betra liðið í fyrra hálvleiki. Tá seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal økti Kamil Wilczek til 2-0.
AC Horsens misti tó ikki mótið. Íslendski Kjartan Finnbogason megnaði, enntá við einari brotnari tá at skora til 1-2, tá 58 minuttir vóru farnir. Tá 82 minuttir vóru leiktir javnaði innskifti Kim Aabech til 2-2. Ímóti dystarenda høvdu bæði André Bjerregaard og Hallur Hansson møguleikan at tryggja AC Horsens sigurin, men tað eydnaðist tíverri ikki.
AC Horsens hevur í trimum teimum fyrstu dystunum í hesum kappingarárunum spælt javnleik hvørja ferð, og teir liggja í løtuni á einum áttanda plássi av teimum 14 liðunum í donsku superliguni.
Brandur H. Olsen var við í hópinum, tá Randers FC vann 2-1 á AGF í Århus, men talan gjørdist ikki um nakra spælitíð til Brand H. Olsen í dag.
Í annaðkvøld verður føroyingauppgerð í Aalborg, tá AaB við Gilla Rólantssyni, og OB við Jóan Símuni Edmyndssyni møtast. Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.