Hallur og AaB á TV3 í dag

Hallur Hansson er í hesum døgum á venjingarlegu í Portugal við danska superliga felagnum, AaB. Í dag er dystur móti svenska Helsongborg. Dysturin kann síggjast á TV3 Sport1.

 

Hallur Hansson byrjar ikki inni í dystinum. Hann hevru annars spælt fleiri dystir frá byrjan í uppstartinum, men hann sleppur ikki at royna seg frá byrjan í dag.

 

Dysturin byrjaði klokkan 13.00 og kann síggjast á TV3 Sport1, sum er ein nýggj ítróttarrás, sum Televarpið millum annað bjóðar út.

 

Hallur Hansson er sostatt ikki við á venjingarleguni hjá A-landsliðnum, sum eru í Thailandi í hesum døgnum.

 

Teir sum byrja inni eru sambært heimasíðuni hjá AaB:

 

Nicolai Larsen - Henrik Dalsgaard, Rasmus Thelander, Lasse Nielsen, Jakob Ahlmann - Kasper Kusk, Rasmus Würtz, Nicolaj Thomsen, Kayke - Søren Frederiksen, Nicklas Helenius

 

Á bonkinum eru: Patrick Kristensen, Kenneth Emil Petersen, Anders Due, Jeppe Curth, Mathias Wichmann, Lukas Spalvis, Carsten Christensen, Jakob Blåbjerg, Christian Rye, Hallur Hansson, Rolf Toft og Kasper Pedersen

 

Thomas Augustinussen er skaddur