Sum áður nevnt hevur føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, havt úr at gera síðani hann flutti til Danmarkar í summar.
Júst niður komin fór hann í holt við eina fløguútgávu. Tískil setti hann seg í samband við føroyska útisetan, Jacob Haugaard, ið setti orðini saman til danska sangin ”S.O.S. fra mig”.
Umframt at sangurin varð sendur til flest øll lokalradio í Danmark, varð eitt eintak av stakfløguni sent til DR fyri at verða royndarkoyrd á Dansktoppen.
Í fyrsta umfari gjørdist sangurin nr. 3. Vikuna eftir varð hann nr. 5, og nú liggur ”S.O.S. fra mig” fleiri bátslongdir framman fyri allar hinar og er nr. 1.
Lagið kann koyrast við at TRÝSTA HER










