Hallur á nýggjum plássi

Venjarin hjá AC Horsens hevur ongar ætlanir um at brúka hann mitt á miðjuni.

Danska Superligan er farin av bakkastokki hetta vikuskiftið, og í morgin kl.15.00 spæla AC Horsens og AaB sín fyrsta dyst hetta kappingarárið. Hetta verður somuleiðis møguliga fyrsti kappingardystur hjá Halli Hanssyni í gula AC Horsens-búnanum.


Vit kenna Hall best sum tann stríðandi mannin mitt á miðvøllinum, men nógv bendir á, at hann ikki sleppur at spæla mitt á miðjuni í AC Horsens. Tað avdúkar venjarin, Bo Henriksen, í samrøðu við Horsens Folkeblad.


- Hallur kann røkja øll tey seks framrættaðu plássini, og eg vænti ikki, at hann fer at spæla á tí sentrala miðvøllinum, sigur hann í samrøðuni, sum ikki er vinklað inn á dystin ímóti AaB, men heldur ætlanirnar við Halli í heila tikið.


Les eisini: Hallur stórtrívist í Horsens


Hallur sigur við bold.dk, at hann trívist best mitt á miðvøllinum ella á vonginum, men at hann annars spælir har, sum venjarin vil brúka hann.


Ábendingar eru um, at Hallur Hansson byrjar á vinstra vongi, tá ið hann í morgin fer á vitjan hjá sínum fyrrverandi felagi, AaB, har Gilli Rólantsson nú spælir. Møguleiki verður tískil fyri at síggja ein føroyingadyst á Eurosport 2 í morgin kl.15.00 føroyska tíð.