AC Horsens tapti í kvøld 3-0 móti AGF á heimavølli. Sermerkt fyri dystin var, at føroyski Hallur Hansson var liðskipari. Hann spældi allan dystin á miðvøllinum, men kláraði ikki at venda gongdini, eftir at AGF legði seg á odda.
Í seinna hálvleiki legði AC Horsens nógv fyri. Fleiri ferðir sendu teir fríspørk og innkøst í brotsteigin, men hvørja ferð vardu gestirnir fyri. Hallur Hansson royndi seg eisini við beinleiðis frísparki, men skotið for uppum.
Hallur Hansson er í løtuni varaliðskipari í felagnum. Liðskipari er norski Sivert Heltne Nilsen, sum er skaddur í løtuni. Við sigrinum hevur AGF lagt seg trý stig framum AC Horsens í endaspælinum.