Hallur Hansson er valdur á liðið hesa vikuna hjá superliguni fyri farna umfar. Føroyski landsliðsmiðvallarin er eisini í uppskoti millum tríggjar spælarar til besta spælaran hetta umfari hjá Tipsblaðnum.
Les eisini: Hallur við góðum máli
Landsliðsmiðvallarin spældi allan dystin á miðvøllinum hjá AC Horsens, sum í gjár vann 2-1 á AGF á útivølli. Hallur Hansson skoraði til 1-0 og var annars sjónligur á miðvøllinum. Avrikið var so gott, at almenna heimasíðan hjá Superliguni hevur valt hann á liðið hesa vikuna.
Tipsblaðið hevur eisini Hall Hansson í uppskotið til besta spælaran fyri hetta umfarið. Her ber til at atkvøða fyri føroyska landsliðsmiðvallaranum á Facebook-síðuni hjá Tipsblaðnum.
AC Horsens liggur í løtuni á sætta plássið. Tað gevur atgongd til meistaraendaspælið.