Sambært Horsens Folkeblad er tað rættiliga sannlíkt, at liðformaðurin í Horsens og á føroyska landsliðnum Hallur Hansson ikki fer at halda fram í AC Horsens.
Í kvøld taptu AC Horsens, Hallur Hansson og venjarin Jens Berthel Askou 2-1 á heimavølli ímóti SønderjyskE. Tað er fyri fleiri umførum síðani greitt, at AC Horsens eftir summarfrítíðina skal spæla í næstbestu deildini, men seinastu tíðina hava avrikini verið góð. Í fýra teimum seinastu dystunum hevur úrtøkan verið tveir sigrar og tveir javnleikir.
AC Horsens legði seg á odda í kvøld, men so stórkiksaði málverjin, og SønderjyskE skoraði tvey mál mest sum burtur úr ongum.
Hallur Hansson, sum tvey tey seinastu árini hevur verið liðformaður, var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og lokala blaðið í Horsens veit at siga, at tað er rættiliga sannlíkt, at hetta var síðsti dystur hjá honum á heimavølli í Horsens.
-Hallur Hansson varð Horsens spælari, tá ið felagið fyri fimm árum síðani flutti upp í bestu deildina. Hann hevur seinastu árini verið ein av stuðulsspælarunum. Sáttmálaskeiðið verður liðugt á nýggjárinum, men felagið og spælarin eru samd um, at tað hevði verið gott, um Hallur Hansson nú fann sær annað felag. Hann er ein av hægst løntu spælarunum í felagnum, og hann hevur støði at spæla í bestu deildini, verður sagt í Horsens Folkeblad, sum vísir til góðar keldur í felagnum.
-Felagið og eg hava tosað saman, og vit eru samd um, at eg kann skifta felag nú, um okkurt áhugavert vísir seg. Um tann møguleikin ikki vísir seg at vera, so spæli eg víðari í Horsens inntil á nýggjárinum, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.
29 ára gamli Hallur Hansson hevur verið í AC Horsens í fimm ár. Hann er skrásettur fyri 145 dystir, og hann hevur skorað 19 mál.
Horsens Folkeblad veit at siga, at longu síðsta vár var ætlanin, at Hallur Hansson skuldi skifta felag. Tað arbeiddi Bo Henriksen, sum tá var venjari í Horsens við, men koronan forpurraði tann møguleikan, so skifti AC Horsens venjara, tá ið Jonas Dal Andersen, sum nú er HB venjari, tók við. Á nýggjárinum varð hann uppsagdur, og síðsta hálva árið hevur Hallur Hansson verið liðformaður og fyrrverandi HB venjarin Jens Berthel Askou hevur verið og er venjari.
Kappingarárið endar 2. hvítusunnudag, sum verður nú mánadagin. Tá fara Hallur Hansson og AC Horsens at spæla á útivølli í Odense ímóti OB.











