Hallur: Kul at vera bygdasligur

Hallur Joensen heldur tad verda kul at verða bygasligur. Á myndini syngur hann saman við Evi Tausen, sum fór á stóra pall á Sørvágs Country-og Blues Festivali í kvøld klokkan 22.

- Eg vænti fult av fólki til festivalin, og eg eri ógvuliga spentur til festivalin. Eg vænti, at hetta verður ein bygdasligur festivalur - í positivari merking - pg ein meiri ein stevnu-og familjukendur festivalur.

Tað sigur Hallur Joensen, sum verður at hoyra á stóra palli í Sørvági leygarkvøldið hin 9. juni klokkan 22.

Hann sigur, at hetta avgjørt verður eitt hugnaligt vikuskifti í Vágum.

- Her eru góð og fjølbroytt nøvn – úr tí stóra og niður í tað smáa, sum hann tekur til.

Hallur Joensen sigur, at hann væntar so nógv av Sørvágs Country-& Blues Festivali, at hann hevur booka seg inn á hotell í Vágum.

- Jú, eg vænti, at eg verið bara har vesturi alt vikuskiftið, leggur hann aftrat.

Myndin av Evi Tausen og Halli Joensen er tikin í Sørvági fyri løtu síðan.