Fyri fyrstu ferð í mong ár eitur føroya besti diskos-kastari ikki Heri Ziska.
Heri hevur annars mest sum átt einkarrætt til heitið sum besti kastarin í Føroyum, men um vikuskiftið fekk hann tó sera harða kapping frá Halli Simonsen.
Heri valdi at gera yvirtrakk fyrstu tvey kastini, meðan Hallur kastaði smáar 34 m. Kravið til Hera var sostatt eitt góðkent kast i triðja umfarð, um hann skuldi sleppa at halda áfram í kappingini. Hann kastaði góðar 33 m, men fór inn í seinnu helvt av kappingini á øðrum plássi. Í fjóra umfarið kastaði Heri 34,53 m, og legði seg á fyrsta pláss, men Hallur svaraði aftur beinan vegin við einum kasti uppa 36,44 m. Í fimta hendi ongin broyting, og so var ein møguleiki eftir at heinta gullið hjá Hera. Tað megnaði hann tó ikki, og tí var gullið tryggja hjá Halli áðrenn hann fór í ringin til síðsta kast. Hann vísti tó at vinnarin var tann rætti, tí í síðsta umfarið kastaði hann dagsins longsta kast (36,98 m) og ognaði sær sítt fyrsta gullmerkið í diskuskast. Helgi Geyti ognaði sær eitt trygt bronsumerkið frammanfyri Hanus Bergsson, sum við 29,95 m setti persónligt met.