Teir báðir føroysku landsliðsleikararnir, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson, ið báðir teljast millum stóru profilarnir fyri donsku feløg síni, AC Horsens og OB, spældu í dag dyst móti hvørjum øðrum í donsku Superliguni.
Dysturin, ið var spældur á Casa Arena í Horsens endaði við einum 1-1 javnleiki. Hallur Hansson legði annars AC Horsens á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði svenski Rasmus Jønsson fyri OB.
Bæði Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson spældu allar 90 minuttirnar á vøllinum í dystinum í dag.
Við tí eina stiginum, tók OB seg í dag eitt fet longur vekk frá botninum í Superliguni, tí nú er liðið á triðaftasta plássinum, eftir at teir eru farnir framvið Esbjerg á stigatalvuni. AC Horsens tók seg eisini eitt pláss fram, soleiðis at teir nú liggja á áttanda plássinum í donsku Superliguni.