Hallur Joensen vann so syngjandi

Tíðindaskriv

Tað er ikki bara í tónleikaheiminum, at tann syngjandi klaksvíkingurin Hallur Joensen, stendur seg væl og finst millum teir fremstu her á landi. Eisini rundan um billardborðið er hann suverenur, og tað er sum góður tónleikur í oyrunum, tá tú hoyrir súsið eftir kúlurnar hann sendir eftir tí grøna klæðinum og keylurnar falla ein fyri og onnur eftir. Hetta vóru kensluligu upplivingarnar hjá áskoðarum og viðspælarum, tá ársins fyrsta stóra billardkapping fór av bakkastokki í snotuligu og hugnaligu hølunum í Klaksvíkar Klubba í vikuskiftinum.

 

Fimm av teimum frægastu billardspælarunum frá kappingini í fjør vóru við til Haldor Holm Cup, sum er eitt slag av upphiting til lið- og einstakligakappingarnar. Hallur spældi fyri fyrstu ferð í FM høpi í fjør, og tá gjørdi hann einki minni enn at taka allar teir royndu og gomlu spælararnar á bóli. Longu tá vann hann so syngjandi, og við hesum sínum fyrsta FM-heiti í pottinum í fjør varð hann eisini tippaður at fara at liggja sera frammaliga í fyrstu billardkappingini í ár. Og hann megnaði at liva upp til vónirnar – og væl tað. Tá kappingin endaði seint leygardagin og føroyingar gjørdu klárt til at bjóða Eysturríki av í fótbólti kundi nýggja billardkempan í Klaksvík fara uppá sigurskammilin og lyfta tí tunga og stóra Haldor Holm steypinum, hvørs stóra æra tað er at fáa sítt navn graverað í.

 

Hallur spældi sera væl, og hóast fleiri keylur eru koppaðar á borðinum til aðrar kappingar undanfarnu árini, so kundi Hallur vera errin av sínum innsatsi. Endaúrslitið gjørdist, at hann hevði nærum 28 eygu í meðal. Tá átti hann eisini størsta spælið uppá góð 800 eygu og besta einstaka umfarið uppá góð 200 eygu.

 

Í hølunum á honum, kortini nakað væl aftanfyri kom so tann royndi og aldrandi billardspælarin, Jan Müller, sum eisini tók øll á bóli. Við sínum umleið 22 eygum í meðal staðfesti Jan, at hann framvegis kann gera seg galdandi í tí betra endanum, tá tað um billard ræður. Men hann kundi so eisini takka tí heldur misjavna spælinum hjá Kristian Suna Høgnesen fyri, at hann náddi einum øðrum plássi. Kristian Sune, sum er ein av okkara allarbestu billardspælarum, hevði ikki eydnuna við sær hesaferð og fekk ongantíð tað heilt góða spælið fram, hevði ikki eina nóg hepna hond á borðinum hesar báðar dagarnar. Tá avtornaði vórðu bert góð 30 eygu á muni millum hann og Jan, men tað eru eyguni, sum telja, og tí fór Jan við nr. 2 plássinum. Sonhard Johannessen, sum oftani vísir sera vakurt og gott spæl, gjørdist ov stuttur til hesa kappingina og mátti taka til takkar við einum 4. plássi. Aftastur var Niels Nielsen úr Havnar Klubba. Tað var sum ikki einaferð Føroya Bjór, ið varð sponsor til hesa ársins fyrstu billardkapping.