Hallur Joensen á Strondum í kvøld

Føroyski cpuntrykongurin Hallur Joensen spælir til dans á Strondum í kvøld. Saman við orkestri spælir Hallur til dans í bygdarhúsinum á Strondum í kvøld kl. 23.30.

Tað er kapprórðarfelagið Strálan, sum skipar fyri, og atgongumerkið kostar 150 kr.

 

Contrykongurin hevur júst lagt seg á odda á tí evropeiska contrylistanum. Eitt satt bragd, sum vit føroyingar kunna verða stoltir av, siga fyrireikararnir.