Hallur Joensen hevur útgávukonsert

Countrysangarin Hallur Joensen, sum júst hevur givið sína fyrstu solofløgu út í Føroyum, hevur útgávukonsert til Straight Parade tiltakið í Klaksvík næsta vikuskiftið Pickin? time in Nashville, nógv rósta fløgan hjá Halluri Joensen, er útkomin. Nærri Nashville-upprunanum kemur ein ikki, sambært Birgiri Kruse, countryserfrøðingi og westernkennara í heimligum jørðildi.

 

Vanligt er við útgávukonsert í slíkum førum, og Hallur Joensen hevur valt sær røttu karmarnar til hetta. Hann fer at trína á pall við fullari countrymanning á Straight Parade, sum verður hildið í Badmintonhøllini í Klaksvík tann 3. mai.

 

Manningin í bólkinum hjá Hallur Joensen er ikki hvør sum helst: Ólavur Øster, guitar, Eyðun Nolsøe, bass, Jógvan Olsen, keyboard, Jóan Petur(Beddi) Hansen, guitar, Høgni Klakkstein, trummur og Mr. Steel, Jákup?Nashville? Zachariasen.