Á hugnakvøldi í gjárkvøldið fekk Hallur Joensen eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa fyri sítt tónleikaavrik í sambandi við, at hann fyri stuttum gav út sína aðru fløgu. Á árliga afturvendandi hugnakvøldi sparikassans hevði sparikassin vitjan av Halli Joensen, sum spældi nøkur løg av nýggju fløgu síni ?Smile?.
Í hesum sambandi nýtti Eyðfinn Reyðberg, stjóri í sparikassanum, høvi at siga nøkur orð um Hall og geva honum eitt herðaklapp fyri sítt tónleikaavrik.
-Vit, sum kenna Hall frá ungum av, vita, at Hallur altíð hevur havt stóran áhuga fyri at spæla tónleik fyri fólki. Við grundarlagi í fyrstu fløgu síni hevur Hallur nú tikið eitt stig víðari og givið út aðru fløgu sína, har fleiri nýggj góð løg og tekstir eru at finna. Við sínum jaliga lyndi og verumáta dugir Hallur at fylla eitthvørt rúm við sínum tónleiki og gevur okkum, sum lurta, eina góða uppliving. Hansara áhugi fyri at geva unga ættarliðnum av egnum royndum, vísir at hann brennir fyri tónleikinum.
Hetta vilja vit í Norðoya Sparikassa virðismeta við at geva Halli ein kekk uppá 25.000 kr,, segði Eyðfinn Reyðberg.
Hallur, sum ikki visti av nøkrum, var rørdur av hesi viðurkenning. Hann takkaði fyri og var fegin um at hava fingið hetta herðaklapp.
- Eitt slíkt herðaklapp, ið kemur púra óvæntað, fløvar veruliga. Eg eri sera heppin at sleppa at gera tað, sum eg elski: at syngja, spæla og kunna gleða fólk við tónleiki, segði ein takksamur Hallur Joensen.










