Hallur Joensen á føroyskum

Ì dag er nýggj fløga komin við tí føroyska country-konginum, Halli Joensen. Fløgan eitur "Enn stendur hurð mín opin". Á fløguni eru 13 sangir. Fleiri av sangunum hava føroysk upprunaløg, sum Jákup Zachariassen hevur gjørt.

 

Tekstirnar hava Steintór Rasmussen, Jákup Zachariassen, Zacharias Zachariassen, Martin Joensen, Uni Arge og Niclas Johannesen gjørt. À onkrum sangi verður eitt amerikanskt upprunalag brúkt. Tað eru Martin Joensen og Zacharias Zachariassen, ið hava týtt og skrivað tekstirnar til hesar sangirnar.

 

Jákup Zachariassen hevur framleitt allar sangirnar einsamallur. Undantakið er sangurin "Um tú hevur tað sum eg", sum Jákup Zachariassen og Óli Poulsen hava framleitt. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað fløguna. Fløgan er tikin upp í Kris-stuff studio hjá Kristoffur Mørkøre í Hoyvík, og í Cool Tools Studio í Nashville í USA.

 

Í farnu viku tók Hallur Joensen lut á countryfestivalinum í Silkeborg í Danmark. Har gjørdist Hallur eitt brakandi hitt, har hann var stórliga fagnaður fyri sín góða, gamla og ærliga country-stíl. Sløk 4.000 fólk vóru til konsertina hjá Halli, og vildi fagnaðurin ongan enda taka. Aftaná hevði Hallur gøð, tí hann mátti skriva autografar í hópatali. Tað sum Hallur hevði við av teimum eldru fløgunum var rivið burtur. Donsku fjeppararnir smæddust ikki við at keypa ta nýggju føroysku fløguna, tí tey vildu fyri einhvønn prís hava eina fløgu við tí føroyska countrykonginum.

 

Hallur er ovurfegin um upplivingini í Silkeborg. Umboð fyri aðrar countryfestivalar vóru til staðar, og tað skal verða ógvuliga løgið, um ikki Hallur skjótt er á konsertferð aftur.

 

Nýggja fløgan kostar 169 krónur, og fæst kring alt landið. Fríggjamorgun kl. 10 fer Hallur Joensen at tosa um ta nýggju fløguna á Rás2.