Portalurin hevur júst skift orð við Hall Joensen um Tórshavnar Countryfestival, sum byrjaði í gjárkvøldið og heldur fram í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.
- Vit høvdu eitt gott kvøld í gjárkvøldið, og tað var ein frægd at vera við. Eg haldi, at gjárkvøldið hevði nógv spennandi at bjóða. Okkurt var sjálvandi betri enn annað, men sum heild vóru framførslurnar og tónleikurin góður. Her var nógv fólk, og kvøldið var ein góð og væleydnað uppliving og upphiting til kvøldið í kvøld, sum verður tað stóra kvøldið.
Hallur Joensen sigur, at hann nú fer niðan á Háls at "hita" upp við at fáa sær ein góðan búff, og annars gleðir hann seg til at syngja duett saman við ávikavist Arly Karlsen og Kristinu Bærendsen.
- Eg haldi, at gjárkvøldið vísti, at Tórshavnar Countryfestivalur er komin fyri at vera. Tiltakið hevur higartil eydast væl. Okkurt smávegis verður kanska at justera, men eg ivist onga løtu í, at fyrireikararnir hava nógv gott at byggja víðari á eftir hetta frálíka tiltak, sigur hann.
Nú klokkan 19 fara kekkisku Country Sisters á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi. Klokkan 20 verður tað Kristina Bærendsen og henni á baki klokkan 21 Alex Bærendsen.
Klokkan 22.15 í kvøld er tað Magni Cristiansen, sum fer á pallin, og eftir hann Arly Karlsen, sum leggur fyri klokkan 23.30.
Seinastur á skránni í kvøld - ella klokkan 02 - stendur Joen Magnus Danielsen fyri tónleikinum og undirhaldinum.