OVFARIN MÁLSKJÚTTI
Hann kom, sá og sigraði. Tiltikna vendingin kundi verið sett á ein av skiftisspælarunum hjá EB/Streymi leygardagin.
24 ára gamli Hallur Jacobsen plagar ikki at vera í yvirskriftunum fyri at hava skorað avgerandi málini. Fyritreytirnar vóru heldur einki serligar leygardagin. Eitt var, at liðið hjá honum var rættuliga skaðaplágað, eitt annað var, at hann sjálvur var á beinkinum, og so vóru teir í EB/Streymi ikki roknaðir sum favorittar, tá ið teir vitjaðu í Gøtu:
- Eg havi sjálvur verið skaddur í fleiri vikur. Harvið havi eg ikki vant so nógv. Vanliga plagi eg at vera vongverji, men hesa ferð varð eg stutt eftir steðgin settur inn sum miðvallari í vinstru. Tá ið eg javnaði, var tað bara aðru ferð, at eg nært við bóltin, greiðir Hallur Jacobsen frá.
Tað hevur ikki verið ofta, at tú hevur verið millum málskjúttarnar?
- Eg havi verið á besta liðnum hjá EB/Streymi í átta ár. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at eg havi skorað mál, so tað var ikki so galið, at tað skuldi eydnast at fáa tvey mál hesa ferð.
Hallur Jacobsen legði upp til triðja málið, og tað er ikki eiti á, sum tað hevur gingið hjá honum síðsta dagarnar. Næstsíðsta sunnudag var hann á 3. deildarliðnum, og tá skoraði hann trý mál ímóti TB!
Hvussu hava tit verið nøgdir við avrikini higartil í ár?
- Sigurin í Gøtu ber við sær, at vit lyftu okkum upp ímóti miðjuni. Nú skulu vit spæla á heimavølli ímóti ÍF, sum nú er næstaftast. Um vit vinna tann dystin, so fer at síggja heilt gott út. Tað var ikki nóg gott, at vit taptu á heimavølli ímóti VB. Men vit hava verið nógv skaðaplágaðir. Eg ivist onga løtu í, at tað fer at hilnast hampuliga hjá okkum, um ella tá ið allir spælararnir verða tøkir, sigur Hallur Jacobsen.