Hallur hevur mist liðskiparabandið til Janus Drachmann

Hallur Hansson ynskir at halda fram við fótbóltyrkisleikara-tilveruni í øðrum fótbóltsfelagi, og tí hevur AC Horsens fingið nýggjan liðskipara

Á nýggjárinum gongur sáttmálin hjá liðskiparanum á føroyska fótbóltslandsliðnum, Hallur Hansson hevur við AC Horsens út. 

 

Aftaná AC Horsens flutti niður í næstbestu deildina hevur Hallur Hansson ynskt at skifta til eitt annað fótbóltsfelag.

 

Hallur Hansson hevur seinni árini verið liðskipari hjá AC Horsens, og tí heldur høvuðsvenjarin hjá AC Horsens, Jens Berthel Askou, at tíðin er búgvin at skifta liðskipara.

 

Nýggjur liðskipari hjá AC Horsens verður Janus Drachmann, ið er komin aftur til Horsens aftaná at hava spælt nøkur ár við OB.

 

Janus Drachmann spældi við AC Horsens millum 2006 og 2015. 

 

Enn frættist ikki um eitt nýtt felag hjá Halli Hansson.

 

Kappingarárið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjar 23. juli.