Fríggjadagin verður summartiltak í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík, sum verður stongd fyri at geva pláss til mótasýning, mat og drekka, HM-stórskíggja og mótasýning Hugskotið til Klaksvíksdagin kom, tá Hallur Joensen gjørdi av at hava eina konsert á eini stilass, sum hann hevur standandi uttan fyri húsini hjá sær í Nólsoyar Pálsgøtu. Síðani er framførslan vaksin til ein sonevndan Klaksvíksdag við nógvum tiltøkum, sum øll eru ókeypis.
Klaksvíksdagurin byrjar fríggjadagin klokkan fimm, og millum tað, sum er á skránni, er mótasýning, countrykonsert, burturluting av nógvum vinningum. Eisini verður matur og drekka boðin ókeypis, og Klaksvíkar Hornorkestur leggur eisini leiðina fram við.









