Hallur Hansson: Teir spæla upp á at provokera

FM1: Liðskiparin hevur orðið undan landsdystinum móti Andorra í annaðkvøld

##med4##

Føroyska landsliðið skal í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla móti Andorra í 4. umfar í Nations League. Dysturin verður ein dystur móti einum liðið, sum dugur at verja og provokera. Serliga tað seinna skulu vit halda eyga við. Tað eydnaðist væl á útivølli móti júst Andorra, tá vit vunnu 1-0.

- Vit hava nakrar kenslubornar spælarar og føroyingar eru eisini kendir fyri, at vísa sínar kenslur á vøllinum. Tað at vit hava klárað tað væl higartil merkir ikki, at eisini klára tað í morgin. Tað er umráðandi at hava fokus á tí, tí teir spæla beinleiðis upp á at provokera okkum, sigur liðskiparin og leggur afturat:

- Teir fáa um trý gul kort fyri hvønn dyst, og nú eru teir komnir upp á fýra fyri hvønn dyst. Tí skulu vit hava fokus á tí. Vit koma at hava bóltin nógv. Tað verður ein blandingur av, at royna at loysa teir upp, men samstundis vera til reiðar at steðga teirra mótálopum, sigur Hallur Hansson.

##med2##

Hetta er triði landsdysturin í hesi landsliðssamlingini. Tað er óvanligt, men liðskiparin vónar ikki at troyttleikin kemur at spæla inn, tí nú er tíðin komin til at vinna ein dyst.

- Tað er sjálvandi nakað av troyttleika, men tað er ikki nakað, sum vit tosa um. Eg havi verið ein svimjitúr og roynt at etið nógv. Tað verður ein heilt øðrvísi uppgáva. Nú hava vit tapt ein, og spælt ein javnan, so nú haldi eg vit skulu vinna tann seinasta dystin, sigur Hallur Hansson, sum ætlar sær fyrsta plássið í bólkinum.

- Vit fara eftir fyrsta plássinum í bólkinum, og tað sær enn gott út. Vit fokus á okkum sjálvum og eg haldi, at vit hava evnini at fara eftir trimum stigum í morgin, sigur Hallur Hansson.

 ##med3##

Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.

##ms##

FM1: Samrøða við Hall Hansson