Hallur Hansson hevur valt felag

Nú er greitt, hvar landsliðsspælarin Hallur Hansson spælir næsta kappingarár

Hallur Hansson hevur verið sera eyðsýndur í Effodeildini í ár, og hann hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá Víkingi. 

Og nú er greitt, at Hallur Hansson eisini næsta kappingarár spælir við Víkingi. 


- Hallur hevur verið ein týðandi partur av, at Víkingur hevur spælt sítt besta kappingarár nakrantíð. Tí eru vit í felagnum sera fegin um, at Hallur velur at leingja við okkum, skrivar Víkingur á heimasíðuni.

- Tað er eingin loyna, at Víkingur ynskir at koma enn longri upp á stigatalvuna í komandi kappingarári. Við at leingja sáttmálan við Hallur Hansson hevur Víkingur tikið enn eitt fet ímóti at útinna ynskið um eina betri plasering í 2015.

Víkingur er í løtuni nummar 3 í Effodeildini og vann steypakappingina í august.