Hallur Hansson hevur í dag longt sáttmálan við Vendsyssel, sum í hvørjum nærkast uppflyting til Superliguna, ið er besta deildin í donskum fótbólti.
Tað hevur verið áhugi fyri føroyska landsliðsmiðvallaranum frá bæði feløgunum í Superliguni, og aðra staðni frá.
- Hallur er bara blivin betri, síðani hann kom til felagið fyri einum ári síðani. Tá manglandi hann framvegis at fáa sítt gjøgnumbrot, men tað hevur hann fingið nú. Góða gongdin hevur eisini fingið onnur at vísa áhuga fyri Halli. Vit meta tó, at hann hevur meiri at geva av sær. Hann er ungur og hevur framúr hugburð, har hann setur stór krøv til sín sjálvs. Slika spælarar kann tú ikki fáa nokk av, sigur ítróttarstjórin, Jacob Krüger.
Sáttmálin millum partarnar er nú galdandi fram til á summri 2018.










