Grasið í Parkini hevur verið fyri atfinningum undan HM-undankappingardystinum millum Danmark og Føroyar, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Hallur Hansson heldur tó, at tað skal setast í ein samanhang.
- Tá tey tosa um, at grasið ikki er gott, so er tað nokk tí hetta er FCK. Tað er størsta felagið í norðurlondum, so tað er í tí samanhanginum tað skal skiljast. Eg havi spælt her fyri tíggju døgnum síðani, og eg havi spælt nógv verri vøllum enn hetta, sigur liðskiparin.
Hallur Hansson hevur gjørt stutttíðar sáttmála við Vejle BK, eftir at hann til tvær tær seinastu landsliðsúttøkurnar hevur verið uttan felag.
- Tá tú ert í eini støðu sum eg var tá, so ger tað tað ikki verri, at eg havi fingið eitt felag og spælt fimm dystir upp á ein mánað. Vónandi hevur tað flutt meg nakað, sigur Hallur Hansson.
Hann vil ikki koma inn á hvør skal avloysa Brand Hendriksson, ið hevur leikbann, men viðgongur at tað verður saknur í bóltsterka skálvíkinginum. Hann leggur dent á, at hetta er ein stór uppgáva, men sum føroysku spælararnir ikki skulu lata seg ræða av.
- Tá kappingarárið byrjar, so er dysturin móti sterkasta liðnum í bólkinum altíð ein, sum tú gleðir teg til at spæla. Hesa ferð haldi eg eisini, at mótstøðuliðið gleðir seg, tí tað verður fullsett í Parkini. Vit skulu bara gera sum vanligt og ikki gera nakað øðrvísi, sigur Hallur Hansson.
Dysturin millum Danmark og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.