Føroyski landsliðsmiðvallarin, Hallur Hansson, skal byrja inni í kvøld, tá AaB spælir fyrsta veruliga venjingardyst undan landskappingarbyrjanini.
Danska Superliga-felagið er í Týsklandi og fyrireikar seg til eitt nýtt kappingaár. Fyrsti dysturin á venjingarleguni er móti SSVg Velbert, sum spælir í Regional Vest, ið er fjórðbesta deildin í Týsklandi.
AaB skal spæla tveir venjingardystir á ferðini, umframt ein tá teir eru komnir heim. Síðani er Europa League dystir á skárnni 15. juli.
Teir, ið byrja inni í kvøld eru:
(4-4-2)
Nicolai Larsen - Henrik Dalsgaard, Kasper Pedersen, Lasse Nielsen, Jakob Ahlmann - Andreas Bruhn, Patrick Kristensen, Hallur Hansson, Mathias Wichmann - Søren Frederiksen, Jeppe Curth
Á bonkinum: Anders Due, Rasmus Würtz, Thomas Augustinussen, Carsten Christensen, Nicolaj Thomsen, Rasmus Thelander, Rolf Toft, Jakob Blåbjerg og Lukas Spalvis,
Kenneth Emil Petersen og Kasper Kusk hava smærri skaðar og sita uttanfyri.