Hallur gjørdi Jóan Símuni kunstin eftir

Eisini liðið hjá Halli Hanssyni, AC Horsens vann ein eittmálssigur í donsku superliguni í dag

Fyrr í dag tóku Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens ímóti Esbjerg í dysti í donsku superliguni, har Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb. AC Horsens vann 1-0. Støðan í steðginum var 0-0.

 

Sambært Horsens Folkeblad hevði Hallur Hansson nakrar góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki Halli Hanssyni at skora í dag. Hetjan gjørdist íslendski Kjartan Finnbogason, sum eftir hornaspark skoraði fyri AC Horsens, tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Ígjár eydnaðist tað eisini Jóan Símuni Edmundssyni at vinna saman við liðfeløgunum í OB, tá AGF vitjaði í Odense. OB vann 2-1. Jóan Símun Edmundsson legði upp til bæði málini.

 

Komandi dystur hjá Horsens er í Århus ímóti AGF, fríggjakvøldið 14. oktober. Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir vitja sunnudagin 16. oktober Randers FC, sum er felagið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen.

 

Nú fara Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson at gera klárt at spæla ímóti Lettlandi í Riga, fríggjakvøldið 7. oktober klokkan 19.45. 

 

Støðan í donsku superliguni, har AC Horsens ikki er langt frá einum endaspælsplássi : 

 

#
1 FC København1174025 - 625
2 Brøndby IF1163228 - 921
3 FC Midtjylland1155125 - 1320
4 Randers FC1154213 - 1219
5 AaB1153315 - 1418
6 Lyngby1152411 - 1017
7 AC Horsens1245317 - 1817
8 SønderjyskE1135316 - 1614
9 FC Nordsjælland1233616 - 2212
10 AGF1233613 - 2212
11 Viborg1132612 - 1611
12 Silkeborg1225514 - 2511
13 OB1224611 - 1710
14 Esbjerg fB121479 - 257